Karyatida

Minnismerki yvir kvinnur deyðar í barsilssong

Um Karyatidu

Minnismerki yvir kvinnur deyðar í barsilssong

Um allan heim eru kvinnur – bæði nú og í farnum tíðum – deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, her ferðasambandið heilt til okkara dagar gjørdi tað trupult at heinta bráfeingis hjálp, tá ið trupulleikar stóðust undir føðing. Flestu familjur kunnu siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt og ávirkað søgu teirra í ættarlið. Tíðirnar eru broyttar, eisini í Føroyum, sum í dag er eitt nýmótans samfelag; men søgurnar um deyðu kvinnurnar hava verið við til at mynda fólk okkara og eru verdar at minnast.

Tað eru nógvir minnisvarðar í Føroyum, men ongir av teimum eru til minnis um kvinnurnar, sum lótu lív fyri komandi ættarlið.

Í 2018 tók arbeiðsbólkur stig til at lata standmynd byggja til minnis um kvinnur deyðar í barsilssong. Stigtakarar vóru Brynhild Næs Petersen, mentanarsamskipari í Fuglafjarðar kommunu, Anne Mette Greve Klemensen, prestur, og Poulina Abrahamsen, ljósmóðir og limur í kirkjuráðnum í Fuglafirði.

Hugskotskapping var útskrivað, og endin varð, at Guðrið Poulsen, listakvinna, vann kappingina við hugskotinum til Karyatidu. Karyatida stavar úr griksku mytologini og er ein persónímynd av teirri berandi kraftin í eini súlu.

Karyatida er fimm metrar høg og vigar fýra tons. Hon er framleidd úr leiri og brend á Tommerup Keramiske Værksted í Danmark.

Karyatida varð reist í Miðstaðarlundini í Fuglafirði tann 17. desember í 2023.

Karyatida er stuðlað av almennum og privatum stuðlum runt um í landinum.

Listakvinnan

Guðrið Poulsen, listafólk
Fødd 1961 

Guðrið Poulsen sigur soleiðis um listaverkið:

Á Akropolis í Athen stendur eitt lítið tempul kallað Erektheion til minnis um gudin Erekteus. Ein partur av templinum eru einar skýlissvalir, har takið er borið uppi av seks kvinnum, karyatidum, í staðin fyri vanligum súlum. Karyatidurnar standa í klassiskari positión við vektini á øðrum beininum, tær eru ílatnar klæði, sum fellur í djúpum faldum. Sum súluhøvur hava tær eina prýdda kurv. Karyatidurnar eru ein persónsímynd av teirri berandi kraftini, sum er í eini súlu.

Í griksku mytologiini merkir karyatida tær ungu kvinnurnar úr Karyatid. Karyatidurnar dansaðu við kurvum á høvdinum rundan um gudinnuna Artemisia, sum var gudinnan fyri barnsburð.

Standmyndin tekur útgangsstøði í súluni. Karyatida myndar abstrakta vavið av eini kvinnu, tað ítøkiliga plássið, sum kvinnan hevur í verðini. Súlan stendur beint niður á grasvøllin, sum ein bulur millum træbularnar í lundini kring kirkjuna. Standmyndin er ein abstraktión upp ímóti tí hvíta kirkjuskjøldrinum. Demokratisk, skilt á tann hátt, at hon er ein gestaltur ímillum okkum, á jøvnum føti við okkum, uttan sokkul.

Ein súla er eitt element í byggilistini. Ein súla heldur horisontalu bjálkunum uppi. Hon er ein ímynd av menniskjanum.

Sí filmin Karyatida, sum Eir í Ólavsstovu hevur gjørt um Guðrið og tilgongdina við at skapa Karyatidu her.

Undirvísingartilfar frá Námi um Karyatidu fæst her.

Minnisvarðin er eisini týdningarmikil fyri bæði nútíðina, framtíðina og okkara ungu. Við hesum kunnu tey læra at taka søguna við sær, tá ið framtíðin verður skapað. Vit eru eisini tað, vit koma frá.

Eitt verk, sum brýtur upp úr nýggjum bæði evnisliga, formliga og tilfarsliga við tað, at hetta er fyrsta monumentala, abstrakta keramikkstandmynd í Føroyum.

hagtøl og evni

Kvinnur deyðar í barsilssong

  • Árini 1870-1899 vóru umleið 900 tilburðir av barsilsdeyða fyri hvørjar 100.000 livandi føðingar í Føroyum.
  • Til samanberingar vóru í 2017 fýra tilburðir av barsilsdeyða fyri hvørjar 100.000 livandi føðingar í Danmark og tveir í Norra. 
  • Í Suðursudan lótu 1.150 kvinnur lív fyri hvørjar 100.000 livandi føðingar í 2017.
  • Við miðvísum átøkum árini 2000-2017 megnaði afrikanska landið Rwanda at minka talið úr 1.160 fyri hvørjar 100.000 livandi føðingar niður í 248. 

 

(kelda: Tær góvu lív, Rigmor Restorff Dam, 2024)

Evnissíða hjá WHO um barsilsdeyða:
https://www.who.int/news-room/fact-sheets/detail/maternal-mortality

Tøl frá Unicef um barsilsdeyða:
https://data.unicef.org/topic/maternal-health/maternal-mortality/

Góða mamma
Sjónvarpssending hjá Kringvarpi Føroya um at missa mammuna í barsilssong:
https://kvf.fo/sjon/sending/goda-mamma?sid=199506

Myndir: Erla Ziskasen

karyatida

Miðstaðarlundin
530 Fuglafjørður